Please click here to leave an anniversary message (in any language you choose). You do not need to be a member of Lowlands-L to do so. In fact, we would be more than thrilled to receive messages from anyone. Click here to read what others have written so far.
What’s with this “Wren” thing?
The oldest extant version of the fable
we
are presenting here appeared in 1913 in the first volume of a two-volume anthology
of Low
Saxon folktales (Plattdeutsche
Volksmärchen “Low German Folktales”)
collected by Wilhelm Wisser (1843–1935). Read
more ...
Faeroese
Listen to
this translation narrated with native pronunciation:
Ein mortítlingur átti inni í horninum í eini hoyløðu. Ein dagin flugu tey bæði
gomlu út at leita eftir føði til ungarnar, og teir vóru einsamallir eftir í
reiðrinum.
Tá ein tíð var umliðin kom steggin aftur í reiðrið.
“Hvat er her á vási, mínir kæru ungar?” spurdi hann. “Hvat bagir her hjá
tykkum? Hví eru tit so bangnir at síggja til?”
“Pápi, pápi!” søgdu ungarnir, “eitt andskræmiligt var her beint nú. Tað
var ræðuligt! Tað stardi inn í reiðrið við øgiligu eygum, og vit vórðu so bangnir!”
“Tað var illa,” svaraði steggin. “Hvar fór tað?”
“Handan vegin,” søgdu ungarnir, “oman í skógin.”
“Liggið tit her,” segði steggin. “Eg skal fara eftir tí. Verið ikki bangnir.
Eg skal taka hatta.” So fleyg steggin úr aftur reiðrinum.
Hann fleyg inn í skógin, og tá ein løta var umliðin, kom hann fram á eina
leyvu.
Men hann ræddist hana ikki. Hann setir seg á bakið á leyvuni og fer at
deila hana. “Hvat hevur tú at gera við at ganga í reiðrið hjá mær og ræða ungar
mínar?”
Leyvan leggur líka lag í mortítlingin og letst ikki um vón.
Av hesum gerst hin lítli fuglurin enn illari
og deilir nú hvaðna verri.
“Lat meg bara siga tær tað, at tú hevur einki at gera í mínum reðri. Og um
tú vágar tær at koma aftur, “sigur fuglurin, “so skal eg, hvussu lítið mær
hóvar slíkt, so skal eg,” heldur hann fram og lyftir annan fótin, “so skal
eg so hegla ryggin á tær sundur við beininum. Tað er einki fyri hjá mær!”
Tá hann hevði sagt hetta, fleyg hann aftur í reiðrið.
“Nú skulu tit hoyra,” segði hann við ungarnar. “Nú hevur handan andskræmiliga
leyvan fingið so av at vita, so hon ongantíð torir at nærkast reiðrinum aftur!”